140x140

Marknaumskipan og umbýti

Marknaumskipan

Umhvørvisstovan kann loyva, at eitt lítið øki verður flutt frá einari ogn til aðra. Treytin er, at virði á ognini, sum verður flutt, ikki er hægri enn 50.000 krónur, og at um váttan fyriliggur frá Tinglýsingin um, at reglurnar um pant- og servituttviðurskifti í grein 23 í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing eru fylgdar.

Tað verður framt á tann hátt, at parturin verður fluttur frá tí eina matrikulnummarinum til hitt, uttan fyrst at fáa egið matrikulnummar.

Um sami eigari eigur báðar ognirnar, er onki mark fyri stødd og virði á tí, sum skal flytast, annars eru reglurnar tær somu, sum við marknaumskipan.

Tann, sum ynskir marknaumskipan ella umbýti, skal venda sær til Matrikul á Umhvørvisstovuni, sum ger neyðugu kanningarnar fyri at staðfesta lóggildi.

 

Les meira

Løgtingslóg nr. 64 frá 11 desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m.
Løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing

Kunngerð nr. 14 frá 11. februar 2009 um gjøld eftir matrikullógini.

Marknaumskipan